Aðalfundur í frástøðu

Í ferðsluni er týdningarmikið at halda frástøðu, so tú fyribyrgir samanstoyti, um bilurin framman fyri teg bremsar knappliga.

Men eisini aðalfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varð hildin í frástøðu í dag, hósdagin 30. apríl 2020. Aðalfundurin varð nevniliga avgreiddur talgilt og hetta var sjálvandi orsaka av tiltøkunum, sum eru sett í verk í sambandi við Koronasmittuna. Ársfundurin skuldi annars vera 13. mars, men varð útsettur, tá samfelagið á Grækarismessu varð sett niður í ferð.

Sí ársfrásøgn og ársroknskap her:

Ársfrásøgn 2019

Ársroknskapur 2019

Nevndarval

Nevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd telur fimm limir, umframt tveir varalimir. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Mikkel H. Frandsen og Vivian Johansen. Tey vórðu bæði afturvald í eitt fýra ára skeið. Nýggir varalimir eru Marjun Jógvansdóttir og Brandur Fríðmundsson.

Hesi manna nú nevndina: Kári Thorsteinsson, formaður (Politiið). Jónhild Rasmussen, næstforkvinna (Betri trygging). Andrea á Rípuni, Føroya Lærarafelag. Mikkel H. Frandsen, Landsverk. Vivian Johansen, Trygd.

Varalimir: Marjun Jógvansdóttir,  Tórshavnar kommuna. Brandur Fríðmundsson, Akstovan

Skaðakanningarnevnd

Eftir ætlan skuldu spennandi framløgur vera á ársfundinum, umframt sjálvan aðalfundin. Hesar framløgur verða tó av ongum á hesum sinni, men vit vóna at vit komandi ár aftur kunnu hittast andlit til andlits at práta og røða um ferðslutrygd.

Eftir at Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar varð dagførd í 2019, er næsta stóra fetið á ferðslutrygdarleiðini at seta á stovn eina skaðakanningarnevnd. Hini norðulondini hava langt síðani sett í verk skipaðar kanningar av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Ymiskt eru hvussu kanningarnar eru skipaðar í ymisku londunum, men allar hava til endamáls at kanna hví álvarsligar ferðsluvanlukkur henda, soleiðis at tær kunnu fyribyrgjast framyvir.

Á ársfundinum hesa ferð varð ætlanin at hoyra um skaðakanningarnevndina í Íslandi. Hetta sleppa vit vónandi at hoyra meiri um til ársfundin komandi ár.



« Aftur



Deil á Facebook