Ársfundurin hjá RFF varð hildin í dag, 5. apríl 2019

Nýggj ferðslutrygdarætlan, nýtsla av hagtølum at fyribyrgja ferðsluóhappum og heimspekiligar hugleiðingar um atburð okkara í ferðsluni.

Hetta vóru evnini, sum vórðu viðgjørd á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Smæruni í dag, 5. apríl.

Eins og undanfarin ár, var dagurin skipaður í tveimum pørtum. Fyrri parturin var ein almennur partur við fakligum framløgum. Seinni parturin var sjálvur aðalfundurin.

- Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, helt røðu um arbeiðið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og um endurskoðaðu ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar, sum væntandi verður løgd fram alment í maj mánaða. Røðan, sum Heðin Mortensen helt, kann lesast her.

- Mikkel Heide Frandsen varpaði ljós á týdningin av at fáa so nógv og fjølbroytt hagtøl og lýsingar av ferðsluóhappum sum til ber. Jú fleiri dátur, tess størri eru sannlíkindini fyri røttum og úrslitagóðum ferðslutrygdartiltøkum. Framløgan hjá Mikkel Heide Frandsen kann síggjast her.

- Jákup Bogi Joensen hugleiddi um etikk og ferðslu. Sera áhugaverdi fyrilesturin fekk áhoyrararnar at grunda yvir okkara egna atburð í ferðsluni – og í lívinum yvirhøvur. Tí hvat er tað sum ger, at vit onkuntíð gera ’tað skeiva’, hóast vit í felag ofta eru samd um hvat ’tað rætta’ er.

- Kári Thorsteinsson, formaður í starvsnevndini hjá RFF, og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í RFF, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2018.

Felagsnevnarin fyri ársfrágreiðingina er uttan iva tann yvirskipaða framgongdin, sum er hend á ferðslutrygdarøkinum, seinastu mongu árini og sum í 2018 m.a. merkti, at ongin lat lív í føroysku ferðsluni. Staðfest varð eisini, at eitt einsamalt tal er ikki endaligi sannleikin. Soleiðis er gongdin hjá okkum enn ikki eins jalig, sum hjá fleiri av hinum norðurlondunum. Eisini hava vit ferðsluóhapp við fólkaskaða og hóast hesi eru fækkaði nógv í tali fram til 2010, so er hendan gongdin síðani stagnerað. Tí skulu onnur atlit takast, til tess at fyribyrgja enn fleiri ferðsluóhappum.

Sera jaligt er, at ferðslutrygdarætlanin endiliga er endurskoðað og harvið hava vit í Føroyum eitt felags dagført mál og grundarlag fyri víðari ferðslutrygdararbeiðinum. Týðandi yvirskipaðu tilmælini í ferðslutrygdarætlanini er tørvurin á betri og fleiri hagtølum og skaðakanning av teimum álvarsligu ferðsluvanlukkunum. Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at gera sítt til, at hesi tilmæli fáa politiska raðfesting og verða gjøgnumførd.

Sí ársfrásøgn og ársroknskap her:

Ársfrásøgn 2018

Ársroknskapur 2018



« Aftur



Deil á Facebook