Nýggja nevndin í RFF skipað seg

01-06-2018

Á ársfundinun 2. februar varð nýggj starvsnevnd vald.

Lovisa P. Glerfoss og Jónhild Rasmussen, vórðu vald fyri 4 ár, Mikkel H. Frandsen og Vivi Johansen fyri 2 ár, meðan Andrea á Rípini og Gunn H. Møller vórðu tiltakslimir. Formaðurin Kári Thorsteinsson var afturvaldur fyri 4 ár. Samstundis fóru úr nevndinil Armgarð Steinholm, sum var næstform, Eiler Fagraklett, Ingunn Eiriksdóttir og Jákup av Skarði, sum ikki stillaðu uppaftur. Stóra takk fyri tykkara leiklut í starvsnevndini ferðslutrygdini at frama.

Nevndin skipaði seg á nevndarfundi 17. mai við Lovisu P. Glerfoss sum næstforkvinnu. 

Á myndini frá aðalfundinum eru: Lovisu P. Glerfos, næstforkvinna, Andrea á Rípuni, varalimur, Kári Thorsteinsson, nevndarformaður, Brynhild Høgnadóttir, stjóri, Mikkel H. Frandsen, nevndarlimur, Jónhild Rasmussen, nevndarlimur, Vivian Johansen, nevndarlimur og Gunn H. Møller, varalimur. 


« Aftur