FERÐSLUTRYGD OG TRYGD MÓTI RÚSKOYRING

06-07-2018

Hásummar er, og vit fegnast um veitslur, stevnur og festivalar. Fyri summi merkja summar og hugni vín, øl og aðrir drykkir.

Tíverri eru tað tey, ið gloyma at lata bilin standa, tá tey hava smakkað sær á. Flestøll venda sær frá rúskoyring, men kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí leggja Ferðslutrygd og Trygd seg aftur eftir at minna á at hugsa okkum væl um, tá vit skulu heim eftir at hava skálað við vinfólki.

Eins og til onnur átøk hjá Ferðslutrygd, ger løgreglan rúskanningar í ferðsluni, meðan átakið er.

Ein skeiv avgerð kann broyta nógv … kanska alt

Við átakinum, sum verður sjónligt á internetinum og við plakatum á skeinkistøðum og aðrastaðni, minna Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd á at steðga rúsdrekkakoyring. Øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum í kroppinum.

"Hagtølini siga okkum, at rúsdrekkakoyring er atvold til umleið 6. hvørja deyðsvanlukku í ferðsluni. Í Trygd ynskja vit at gera okkara til tess at fyribyrgja vanlukkum og mistum mannalívum í ferðsluni. Vit fegnast tí um at kunna stuðla átakinum og vóna, at boðskapurin kann vera við til at steðga rúsdrekkakoyring og gera føroysku vegirnar tryggari," sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.                                                                                               

Fá plakatir, klistrimerki og tatoveringar frá RFF

Í sambandi við átakið eru framleiddar plakatir, klistrimerki og tatoveringar, sum kunnu heintast hjá RFF. Til ber eisini at skriva ella ringja og fáa tilfar sent. Eisini ber til at prenta út A4-plakatir av rff.fo, har eisini fíla er tøk til skíggjar - bæði at nýta til privatar veitslur ella tiltøk. 

Soleiðis steðgar tú rúskoyring

Tað kann kennast trupult at yvirtala ein til at lata bilin standa. Ikki minst tá tú ivast, hvussu nógv hann ella hon hevur drukkið. Men minst til, at tá tú forðar einum í rúsdrekkakoyring, ger tú honum ein beina. Her eru nøkur góð ráð:

  • Sig, at tær dámar illa, at hann/hon koyrir
  • Royn at tosa viðkomandi frá at koyra og tak møguliga billyklarnar
  • Fá onnur at hjálpa tær, so tit eru fleiri at tosa viðkomandi frá at koyra
  • Ring eftir hýruvogni og lán honum/henni pengar at rinda hann
  • Bjóða gisting
  • Ert tú koyringarfør/ur, bjóða tær at koyra
  • Um hann/hon kortini koyrir: Ring til politiið á 35 14 48.

 


« Aftur