Halt hámarksferðina - áðrenn tað er ov seint

12-09-2018

Sama hvussu væl tú dugir at koyra bil og hvønn bil tú koyrir, kann tað hava stórar avleiðingar, um tú bert koyrir eitt sindur ov skjótt. Flestøll kenna til, at eigin vandi er á ferð og at freistast til at trýsta eitt sindur ov hart á spitaran. Men mong hugsa ikki um, hvønn mun ferðin hevur fyri tað at klára at steðga í góðari tíð, um ein óvæntað forðing er á vegnum. 

Ov nógv ferð er framvegis ein av mest týðandi orsøkunum til vanlukkur á vegunum. Og um øll leggja seg eftir at halda hámarksferðina og koyra eftir umstøðunum, bjarga vit lívum í ferðsluni.             

Frá í dag til 27. septemberminnir Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Betri Trygging okkum á at halda hámarksferðina. Átakið tekur støði í filminum, ‘Hin dagin eg hevði skund’. Filmurin verður at síggja í sjónvarpinum og á netinum.

Meir enn fjórðihvør heldur, at koyrt verður ov skjótt, har tey búgva

Nýggj gallupkanning frá september í ár vísir, at 28% av føroyingum halda, at koyrt verður ov skjótt, har tey búgva. 8% siga seg halda at koyrt verður ov skjótt, har tey búgva, í sera stóran mun, og 20% svara í stóran mun. Uppaftur 31% siga tað koma fyri í ávísan mun. 

... og næstan annarhvør heldur, at koyrt verður ov skjótt á landsvegi

Hetta vísir gallupkanningin eisini. 16% svara, at tey halda, at tað í serastóran mun verður koyrt ov skjótt á landsvegi, meðan 33% siga í stóran mun. 

- Tað vísir, at fólk kenna vandan, tí samstundis vita tey flestu, at ov nógv ferð hevur stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum. Tí gallupkaningin vísir eisini, at heili 74% siga, at tað hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum, at koyrt verður ov skjótt, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. 

Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskjansligir feilir liggja aftanfyri flestallar vanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:

  • Halt hámarksferðina í góðum líkindum
  • Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom
  • Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
  • Mótmæl um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

Filmurin kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=4TlGM7JxRyI

Politiið ger ferðkanningar, meðan átakið er.


« Aftur