STARVSLÝSING: Vilt tú stýra ferðslutrygdini?

02-10-2018

Ráðið fyri Ferðslutrygd søkir nýggjan stjóra at standa á odda fyri arbeiðnum at skapa trygga ferðslu við støði í Nullhugsjónini. Ráðið virkar fyri at fáa talið á deyðum og løstaðum í ferðsluni niður. Hetta millum annað við landsfevnandi átøkum, ráðgeving og undirvísing av børnum og ungum. Sum stjóri hevur tú eina týðandi uppgávu í mun til borgarar og miðlar, og tí skalt tú vera fús/ur at trína fram í almenna rúminum og í miðlum at bera fram ta vitan og teir boðskapir sum eru á ferðslutrygdarøkinum. 

 

Fremstu ábyrgdarøki tíni verða at:

  • virka fyri at gera ferðsluna tryggari við upplýsing í breiðari merking
  • standa fyri og eftirmeta verkætlanir og átøk
  • geva sakliga upplýsing við støði í gransking og kanningum
  • samstarva við myndugleikar, stovnar, stuðlar og einstaklingar í ferðslutrygdarspurningum
  • luttaka í norðurlendskum ferðslutrygdarsamstarvi
  • stuðla ferðsluundirvísing í fólkaskúlanum við ráðgeving og dagførdum undirvísingartilfari
  • samskipa og standa fyri ferðsludøgum fyri 8. flokkum.

 

Vit vænta, at tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla og samskifti eru nakrir av hornasteinunum, og at tú brennur fyri at betra um ferðslutrygdina. Tú dugir væl at samskifta og ert lýtaleys/ur í føroyskum máli, eisini skrivligum, umframt at tú ert stinn/ur í norðurlendskum og enskum. Tú kennir føroyska samfelagið væl og hevur skil fyri, hvat rørist millum fólk.

 

Vit bjóða eitt spennandi og meiningarfult starv sum miðar eftir at eggja avvarðandi partar í arbeiðnum við ferðslutrygd. Ráðið húsast í dámligum arbeiðsumhvørvi í litríkum og fjølbroyttum kontórfelagsskapi í Smæruni í Havn.

 

Løn

Sambært nærri avtalu.                 

 

Fleiri upplýsingar

Hevur tú spurningar í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til fráfarandi stjóran, Brynhild Høgnadóttur, á brynhild@rff.fo ella á 220064. 

 

Umsóknarfreist

Send eina umsókn við avriti av viðkomandi skjølum. Umsóknir skulu sendast Mimi Steintórsdóttur, advokati, á mimi@sokn.fo, í seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2018 kl. 15. Starvið verður væntandi sett hin 1. desember 2018. 


« Aftur