Endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar

Nú dagarnir eru farnir at styttast, er stundin eisini komin at finna endurskinini fram.

Eins og undanfarin ár, letur Ráðið fyri Ferðslutrygd, saman við Betri trygging, endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar.

Verkstaðið Vón hevur pakkað og sent vestarnar til skúlarnar kring landið, og væntandi fáa øll børnini vestarnar áðrenn tey fara í heystfrí.

Nýt endurskin, tí so ert tú munandi sjónligari í myrkri. Hópin av endurskinum fáast til keyps, ella púra ókeypis, í bankum, hjá tryggingarfeløgum o.s.fr.

Summi endurskin kunnu smoyggjast um eina buksubrók ella ermu, onnur hanga leys og aftur onnur kunnu festast á skógvarnar. Hav í huga, at endurskin um beinini eru góð, tí tey síggjast væl úr øllum ættum og eru í lyktahædd. Ansa eftir, at taskur, turriklæði o.a. ikki kemur fyri endurskinini. Eitt gott hugskot er at seta endurskin á taskur, barnavognar og hundin.

Vit hava altíð nøkur endurskin í RFF. Ver vælkomin á gátt.


 



« Aftur



Deil á Facebook