Soleiðis spennir tú barnið
Spenn stólin fastan
Tá tú spennir bilstólin í bilin við vanligum trygdarbelti, skalt tú minnast til at spenna stólin heilt fastan. Bilstólar eru ymiskir, so kanna altíð nýtsluleiðbeiningina fyri at vita, hvussu tú eigur at gera. Ansa eftir, at trygdarbeltið er heilt stramt og liggur rætt gjøgnum spenni o.s.fr.
Trygdarbeltið skal sita rætt á bilpútuni
Hevur tú eitt stórt barn, sum sjálvt bindur seg í trygdarbeltið, lær so barnið at leggja trygdarbeltið undir beltistýrið (smáu armarnar) báðu megin á bilpútuni og at stramma trygdarbeltið. Kanna altíð eftir, um barnið hevur bundið seg rætt, áðrenn tit fara avstað í bilinum.