Góð ferðsluráð til nýggj foreldur

Sum nýggj foreldur hava tit kanska spurningar um trygdina hjá børnum í ferðsluni.

Í nýggjum faldara hava vit tí savnað tey týdningarmestu ráðini til nýggj foreldur um, hvussu tit koma trygt fram tað fyrsta árið: í bili, til gongu, í bussi og á súkklu. Tak niður nýggja faldaran 'Pinkubørn í ferðsluni'.

Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd finnur tú nógv góð ferðsluráð til ymiskar støður og høvi og her finnur tú eisini kunningarfaldararnar 'Á veg í skúla' og 'Børn í bilinum'.

 



« Aftur



Deil á Facebook