Deyð í mun til bilatal

Á myndini síggjast tal á deyðum við bláum og tal á bilum við reyðum. Tak talvu niður sum PDF. Ger leinki til. 

Skrásetingarnar av bilatali byrjaðu í 1950'unum. Í 1969 vóru 3001 bilar í Føroyum. Frammanundan doyðu árliga 2-3 fólk í meðal. Tá sjeytiárini komu, broyttist samfelagið nógv. Samferðslukervið varð útbygt við nýggjum vegum og tunlum, fólk fingu fleiri pengar um hendi, og bilatalið øktist. Hámarksferðin varð hækkað úr 60 upp í 80 km/t í óbygdum øki og upp í 60 km/t í bygdum øki.  Í 1974 vóru 6.825 bilar í landinum og í 1981 fleiri enn 12.000.

Vóru vanlukkutølini í sjeytiárunum ein fyriboðan um, hvat henda kundi, tá bilatalið øktist, og vegirnir gjørdust betri, so staðfestu áttatiárini, at tað var deyðans álvari at stuttleika sær í bili. Ferð eftir ferð doyðu ungfólk í ferðsluni hesi árini. Níggju fólk vóru deyð. Rúsdrekka og ov nógv ferð vóru í flestu førum orsøkin. Í 1986 var ásett í ferðslulógini, at fólk skuldu sita íbundin trygdarbelti. 

Í nítiárunum minkaði talið á deyðsvanlukkum, hóast bilatalið var høgt. Orsakirnar vóru helst, at ferðslulógin varð herd, herundir, at kravt varð, at fólk skuldu sita íbundin trygdarbelti, og at vegirnir vórðu tryggari. Í 1988 varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, høvdu teir meira enn 0,8 promillu í blóðinum. Áðrenn tað var promillumarkið 1,0. Eisini varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, fóru teir meira enn 30 km/t upp um mest loyvdu ferð. Í 2009 var promillumarkið fyri rúsdrekka lækkað niður í 0,2, sum í roynd og veru merkir, at hevur tú drukkið, kanst ikki koyra bil. 

Seinastu 10 árini (pr. 2015) hevur talið á deyðum í ferðsluni í meðal verið knappliga fýra um árið. Hetta eru munandi fleiri enn í Noregi, Svørík og Danmark, verður uppgjørt pr. 100.000 íbúgvar, sí talvu her.