Heðin Mortensen vitjaði RFF

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, vitjaði Ráðið fyri Ferðslutrygd í dag, 22. januar 2019.

Tað var ein jaligur fundur, har prátað varð um virksemið hjá RFF og hvussu arbeitt verður við átøkum, upplýsing og hagtølum. Eisini varð komið inn á framtíðar avbjóðingar og ynski, har ein endurskoðan av landsferðslutrygdarætlanini liggur sera ovarlaga.

Við støði í null-hugsjónini, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, er týdningarmikið at arbeitt verður miðvíst og skipað við ferðslutrygd. Tí hetta kemur ikki av sær sjálvum.

Tað var ein sannur varði á leiðini, tá fyrsta landsferðslutrygdarætlanin var gjørd í 2007.

Ein ætlan við einum yvirskipaðum máli um 30% færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða í 2015, við støði í tølunum fyri 2006. Í ferðslutrygdarætlanini vóru 36 konkret tilmæli til, hvussu málið kann náast. Nógv av hesum tilmælum eru gjøgnumførd, meðan onnur enn liggja á láni.

Upprunaliga ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin skuldi endurskoðast í 2012 og gekk hon út í 2015. Í hesi tíðini er yvirskipaða málið um færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða eydnast. Og 2018 gjørdist eitt søguliga gott ferðsluár, tí hetta var fyrstu ferð í meiri enn hálva øld, at ongin doyði í ferðsluvanlukku í Føroyum.

Hóast hetta, er tíðin ikki komin til at setast afturá, tí enn er nógv at gera á ferðslutrygdarøkinum.

Samanborið við grannalondini fáa lutfalsliga fleiri fólk skaða í ferðsluni í Føroyum. Og hóast ferðsluvanlukkurnar fækkast, so er stígur komin í hesa gongd. Tí skulu nýggj átøk og tiltøk til tess at røkka málinum.

Tað hevur leingi verið eitt sera stórt ynski hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, at landsferðslutrygdarætlanin verður endurskoðað og dagførd, so hon tekur støði í dagsins avbjóðingum í ferðsluni. Tí tað er hent nógv, síðani fyrstu ferðslutrygdarætlanina og vit síggja nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru so sjónligar í 2007.

Til dømis er gáloysni ein stór avbjóðing og telefonnýtsla er ein stórur partur av hesum.

Vaksandi ferðafólkatalið verður potentielt eisini ein framtíðarinnsatsur á ferðsluøkinum. Enn síggjast hesi ikki í vanlukkutølunum, men tey byrja at vera sjónlig í tryggingartølunum. Hyggja vit til grannarnar fyri vestan, so hevur Ísland eina stóra avbjóðing við ferðafólkum, sum verða skadd á vegunum. Hetta tí tey m.a. ikki hava somu ferðslumentan, eru ikki von við smølu vegirnar, at koyra í mjørka, hálku o.s.fr.

Ráðið fyri Ferðslutrygd sær fram til eitt gott samstarv við landsstýrismannin og vit ynskja honum blíðan byrð í sínum arbeiði.

 

RFF

Lovisa P. Glerfoss, stjóri

Á myndini síggjast, frá vinstru: Mikkel Frandsen (nevndarlimur), Kári Thorsteinsson (formaður), Lovisa P. Glerfoss (stjóri), Heðin Mortensen (landsstýrismaður), Annika Poulsen (fulltrúi, SMR), Vivian Johansen (nevndarlimur), Gunn Møller (varalimur) og Jónhild Rasmussen (næstforkvinna)



« Aftur



Deil á Facebook