Hevur tú 9 lív?

Minst til endurskin, tá tú ert til gongu í ferðsluni!
Hóast tú hevur sæð bilin, er als ikki víst at bilførarin hevur sæð teg. Nýt endurskin, lat teg í ljós klæði og hygg teg væl um áðrenn tú fert yvirum vegin. Tað er bílig lívstrygging!

Manglar tær endurskin, hava vit altíð nøkur í RFF. Ver vælkomin á gátt.

Tvey ella tíggju sekund
Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%. Tí við endurskini gerst tú munandi sjónligari í myrkri, sum økir merkisvert um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa, gerst tað neyðugt.
Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós. Við fjarljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu. Í tættbygdum øki hevur bilførari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varnast teg, um tú ikki ert í endurskini. Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund – í hesum høpi kann tað vera munurin millum lív og deyða. (Kelda: www.toi.no)



« Aftur



Deil á Facebook