Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni - ein er deyður í 2019

Sunnudagin 7. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Í 2018 doyði ongin í ferðsluvanlukku og hetta er at fegnast um. Men gongdin higartil í 2019 er ikki eins jalig. 

Ein ferðsluvanlukka hevur kravt mannalív. 

Í juni doyði ein maður av skaða frá ferðsluóhappi. Frá 1. januar til 30. juni hevur politiið skrásett 19 ferðsluóhapp við fólkaskaða og fólk hava fingið álvarslig, varandi mein. Í trimum av teimum 19 óhappunum var rúsdrekka, rúsevni ella heilivágur viðvirkandi orsøk til óhappið.

Um gongdin verður tann sama fyri seinnu hálvu av 2019, sær út til at samlaða úrslitið fyri árið verður ein munandi vøkstur í tali av ferðsluóhappum við fólkaskaða, í mun til árið í fjør. Í 2018 skrásetti politiið í alt 30 óhapp við fólkaskaða. 

Tað er vanlukkuligt tá fólk doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Og fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, verða øll ávirkaði.

Við hvørt eru tað smálutir og tilvild sum avgera, hvørt ein vanlukka viðførir deyða ella álvarsligt, varandi mein, sum kemur at mynda framtíðina hjá tí rakta og teimum avvarandi restina av lívinum. 

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum. Víst verður í hesum sambandi til Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027, sum varð løgd alment fram 21. juni 2019. Í ferðslutrygdarætlanini verður mælt til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Um hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.

Minnast tey, vit mistu
Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin at leggja blómutyssi á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag. 

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.

Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi, fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. 



« Aftur



Deil á Facebook