Halt 1,5 m frástøðu

07-02-2017

Nú tað gongur móti ljósari tíðum, eru alt fleiri súkklur at síggja í ferðsluni. Bæði í bygdum og óbygdum øki.

Fyri at betra ferðslutrygdina eiga súkklarar og bilførarar at vísa hvør øðrum atlit og geva pláss. Á vegum møtast bleyta og harða ferðslan. Greitt er, at súkklarar í hesum høpi eru viðbreknari.

Við seks smáfilmum minna vit partarnar á at vísa hvør øðrum atlit og tolsemi. Hetta við boðskapinum, ’Halt 1,5 metur frástøðu’. Her verða bilførarar mintir á at halda 1,5 metur frástøðu til súkklur, tá teir fara framvið. Filmsklippini eru av pendlara, lastbilførara, súkklara, løgreglumanni, hýruvognsførara, og Ferðslutrygd. Sum er hava vit í Føroyum fáar súkklubreytir, sum merkir, at súkklur eru á vegnum saman við bilum. Hetta ger týdningin av tolsemi millum partarnar tað týdningarmeiri. 

Filmirnir kunnu síggjast her:

https://www.youtube.com/watch?v=6t40zm3dwpU

https://www.facebook.com/pg/Ferdslutrygd/videos/?ref=page_internal


« Aftur