Trygd, Rúsdrekkasølan og RFF minna føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring

24-11-2016

Nú er høvuðsárstíð fyri jólahugna. Tí er serliga umráðandi at hugsa seg væl um, tá vit skulu heim eftir at hava skálað við starvsfelagar, vinfólk ella skyldfólk.

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Nú mong hugna sær til jólaborðhaldini kring landið við góðum mati og drekka, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað.

Ein skeiv avgerð kann broyta nógv … kanska alt

Í nýggjum stuttfilmi síggja vit ungan mann sum er frá sær sjálvum í sorg og vónloysi. Í klippum síggja vit hann í eini støðu, sum allarflest okkum kenna: Í hugnaligum og stuttligum jólaborðhaldi saman við vinum. Vit síggja eisini, at hann tekur eina skeiva avgerð.

Við átakinum minna Trygd, Rúsdrekkasølan og Ráðið fyri Ferðslutrygd á at steðga rúsdrekkakoyring. Øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum.

Trygd, Rúsdrekkasølan og RFF í samstarvi

Hetta er fyrstu ferð, at Trygd og Rúsdrekkasølan virka fyri at forða rúsdrekkakoyring. Um samstarvið sigur Janusi Thomsen, stjóri í Trygd: “Hagtøl vísa, at umleið 5. hvør deyðsvanlukka stendst av rúsdrekkakoyring. Tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á hetta fyribrigdið fyri at hindra óneyðugum skaðum og mistum mannalívum. Fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing eru øki, ið vit í Trygd virða høgt. Tí eru vit sera fegin um samstarvið, ið vit vóna kann verða við til at gera mun, tá ið tú stendur við valinum um at lata bilin standa, um tú hevur smakkað tær á.”

Av Rúsdrekkasølu Landsins sigur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri: “Tað gleðir okkum at vera við í hesum átaki, tí sambært kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins eigur einkarsølan at vera við í upplýsandi tiltøkum um rúsdrekka og vandarnar við nýtslu av rúsdrekka.”

Eisini Ferðslutrygd fegnast um samstarvið: “Við Trygd hava vit havt gott samstarv um ferðslutrygd í mong ár; hetta er tó fyrstu ferð, at evnið er rúdrekkakoyring. Rúsdrekkasøluna meta vit vera ein natúrligan samstarvsfelaga, tá tað snýr seg um rúsdrekkakoyring. Vit fegnast almikið um, at Trygd og Rúsdrekkasølan vilja standa við okkara lið í stríðnum móti rúsdrekkakoyring sum er ein av stóru syndarunum á vegunum, ” sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Átakið verður á portalum, á internetinum og í sjónvarpinum, umframt at fólk á jólaborðhaldum fara at síggja myndirnar, tá tey eru í býnum. Boðskapurin er heilt einfalt at steðga rúsdrekkakoyring.

Sølustøð av rúsdrekka taka undir

Eisini sølustøð fyri rúsdrekka taka ríkiliga undir at fáa boðskapin út og steðga rúsdrekkakoyring. Á øllum deildum hjá Rúsdrekkasøluni og Føroya Bjór verður boðskapurin frá filminum ógvuliga sjónligur. Hetta við merkjum á vørum og inni í hølunum.

Fá plakatir frá RFF

Í sambandi við átakið eru framleiddar tvær ymsar støddir av plakatum. RFF fer at bera skeinkistøðum og øðrum plakatir, soleiðis at hesi kunnu gera sítt til at taka ábyrgd.

Tak niður A4-plakatir og skemmynd her

Løgreglan ger rúsdrekkakanningar, meðan átakið er.

 


« Aftur