Verður undirvíst í ferðslu í tykkara skúla?

08-02-2017

Hava tit brúk fyri kunning um talgilda udirvísingartilfarið í ferðslu?

Um so er, koma vit fegin út á tykkara skúla at greiða frá um tilfarið. Tað kann vera fyri skúlaleiðslu og lærarum. Undirvísingariltfarið er tøkt hjá øllum at brúka ókeypis á snar.fo/ferdsla.

Skriva til okkum á rff@rff.fo.

Ferðsluundirvísing tí:

  • Ferðsluvanlukkur er fremsta orsøk til deyða hjá ungum 15-25 ár. 
  • 90% av ferðsluvanlukkum henda av menniskjansligum mistøkum. 
  • Undirvísing í ferðslu er kravt undirvísingarevni í §8 í fólkaskúlalógini.

 


« Aftur