Súkkluhjálmar og endurskinsvestar

Øll børn í Føroyum fáa ein ókeypis súkkluhjálm, tá tey byrja í 1. flokki. Tað eru tryggingarfeløgini Trygd og Betri trygging, sum, saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd, lata hjálmin og hevur hetta átakið eftir hondini nógv ár á baki.

Føroysk børn eru røsk at súkkla og tá er týdningarmikið at brúka hjálm. Hjálmurin fyribyrgir ikki óhappi. Men ert tú óheppin og dettur á súkkluni, verjir hjálmurin fyri skaða á høvdið. 

Fríggjadagin, 4. oktober 2019, vitjaði Ráðið fyri Ferðslutrygd í 1. flokki í skúlanum á Giljanesi og nýggju súkkluhjálmarnir vóru við. Børnini vóru spent, tá eskjurnar vórðu latnar upp. Øll fingu hvør sín flotta hjálm og vit prátaðu um týdningin av at nýta hjálm, tá man súkklar, stendur á rulluskoytum, ella rennihjóli. Fleiri høvdu roynt at detta á súkkluni og tá var hjálmurin góður at hava. 

Lovisa Petersen Glerfoss, frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, greiddi frá um týdningin av at nýta súkkluhjálm og vísti hvussu man spennir hjálmin, so hann situr rætt á høvdinum. Soleiðis spennir tú hjálmin rætt.

Endurskinsvestar

Nú komið er inn í oktober, eru dagarnir styttir og tað eru stundir at leita sær endurskinini fram. Við góðum endurskinum sæst tú væl í myrkri og tað er týdningarmikið, skalt tú koma trygt í skúla.

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Betri trygging lata á hvørjum ári endurskinsvestar til yngstu skúlanæmingarnar og hendan dagin, RFF vitjaði Skúlan á Giljanesi, fingu børnini eisini hvør sín endurskinsvest.

Vit ynskja øllum børnunum tillukku við nýggju súkkluhjálmunum og endurskinsvestunum. Vónandi verða teir væl brúktir.



« Aftur



Deil á Facebook