Sunnudagin minnast vit tey, sum mistu lívið í ferðsluni

Sunnudagin 5. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.

Síðani seinasta minningardag hevur ongin mist lívið í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. Hetta er sambært skrásetingunum hjá løgregluni.

Seinnu árini hevur verið alt longri millum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni og hetta er at fegnast um. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða í 2019 er eitt vet hægri enn fyri árið fyri. Í 2019 vóru skrásett 35 ferðsluóhapp við fólkaskaða, meðan talið í 2018 var 30. Ein maður læt lív í ferðsluni í 2019.

Tað er vanlukkuligt tá fólk doyggja, ella fáa varandi mein í ferðsluni. Og fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, verða øll ávirkaði.

Við hvørt eru tað smálutir og tilvild sum avgera, hvørt ein vanlukka viðførir deyða ella álvarsligt, varandi mein, sum kemur at mynda framtíðina hjá tí rakta og teimum avvarandi restina av lívinum.

Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er av umráðandi og alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.

Víst verður í hesum sambandi til ’Ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar 2019-2027’, har mælt verður til at seta í verk skaðakanningarnevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar.

Minnast tey, vit mistu

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin at leggja blómutyssi á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.



« Aftur



Deil á Facebook