Álit um Nullhugsjón

Á álitinum, 'Ávegis til Nullhugsjónina' er hópur av viðkomandi upplýsingum um ferðslu í Føroyum og ein langur listi av tilmælum um, hvussu ferðslan kann gerast tryggari.

Høvuðstilmælið til løgtingið er soljóðandi: “Miðað verður eftir í framtíðini, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, og at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið.”

Til tess at røkka hesum máli eigur at verða farið undir at gera munagóðar ábøtur á kommunalar vegir og landsvegir. Miðast skal eisini eftir, at akfør altíð skuldu lúka fremstu trygdarkrøv, at ferðslulógin áhaldandi verður endurnýggjað, og at eftirlitið við ferðsluni verður styrkt. Eisini skal dentur áhaldandi verða lagdur á at upplýsa fólk um ferðslutryggan hugburð.

Petur Jacob Sigvardsen og Jón Kragesteen greiddu álitið um Nullhugsjón úr hondum. Álitið var liðugt í mars 2003.

Tak niður Álitið um Nullhugsjónina