Boða frá vanda

Tú veitst um eitt stað í ferðsluni, sum tú metir vera vandamikið. Hvat eigur tú at gera?

Tað er umráðandi at tú gert vart við teg, um tú metir vanda vera á ferð onkra staðni í ferðsluni. Set teg í samband við teknisku umsitingina hjá kommununi, um staðið er í bygdum øki. Er talan um landsveg, eigur tú at seta teg í samband við Landsverk.

Vilt tú sleppa undan at venda tær til kommununa ella Landsverk, kanst tú venda tær til Ráðið fyri Ferðslutrygd, so kunnu vit hjálpa við áheitanini.