Bygnaður

Ráðið fyri Ferðslutrygd er ráð undir Samferðslumálaráðnum. Vit hava hesar føstu limir: Akstovan, Kommunufelagið, Føroya Koyrilærarafelag, Føroya Landfúta, Føroya Læknafelag, Føroya Lærarafelag, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Landsverk, Kringvarp Føroya, Trygd, Betri Trygging, Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið.

Umframt nevndu limir kunnu eisini kommunur, aðrir almennir stovnar og ikki vinnurekandi áhugafeløg, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum gerast limir. Eisini einstaklingar, vinnurekandi feløg og fyritøkur, sum vilja vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, kunnu verða limir. Hesir limir verða nevndir ”Ferðslutrygdarvinir”.

 

Starvsnevnd

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur starvsnevnd, sum vanliga hittist mánaðarliga, tó ikki í juli og august. Í nevndini sita: Kári Thorsteinsson, nevndarformaður, Lovisa Petersen Glerfoss (Vága kommuna), næstforkvinna, Jónhild Rasmussen (Betri), nevndarlimur, Vivian Johansen (Trygd) nevndalimur og Mikkel Heide Frandsen (Landsverk), nevndarlimur. Varalimir eru: Andrea á Rípuni (Føroya Lærarafelag) og Gunn Hanusardóttir Møller (Landsverk)

 

Ráðsfundur 

Ráðsfundurin er hægsti myndugleiki uttan í teimum førum, tá ið góðkenning landsstýrismansins er kravd. Til ráðsfundin sendir hvør limur eitt umboð, sum hevur heimild at taka støðu vegna limin.

Sí viðtøkur okkara.