Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027

Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027 byggir víðari á stóra arbeiðið, sum undanfarnu 'Álit um Nullhugsjón' og 'Ferðslutrygdarætlan 2008-2015' hava lagt lunnar undir.

Nýggja ferðslutrygdarætlanin varð handað landsstýrismanninum í Samferðslumálum á ársins longsta degi, tann 21. juni 2019. 

Í nýggju ferðslutrygdarætlanini eru nýggj yvirskipaði mál og tilmæli til tess at koma nullhugsjónini enn nærri. 

Yvirskipaða málið er, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% lægri í 2027 í mun til 2018. Við støði í 8 ymiskum fokusøkjum eru 70 ymisk tilmæli til, hvussu málið kann røkkast. Fyri hvørt teirra er ásett hvør stovnur ella myndugleiki hevur ávirkan á, at júst hetta tilmæli kann fremjast. Hetta soleiðis at øll, sum vara av - myndugleikar, stovnar og allir føroyingar - taka ferðslutrygdarætlanina 2019-2027 til sín.

Tey 8 fokusøkini eru:

Ov nógv ferð

Rúsdrekka, rúsevni og heiligváur

Gáloysni

Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi

Bleyt ferðsla

Ungir bilførarar frá 18-24 ár

Møtióhapp og stakóhapp

Ferðafólk 

Av teimum 70 tilmælunum verða serliga tey trý fyrstu mett at hava sera stóran týdning, fyri at røkka yvirskipaða málinum í ferðslutrygdarætlanini. Hesi eru

Skaðakanning 

Hagtøl  

Reglulig endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini

 

Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður her.