Ferðslutrygdarætlan 2008-2015

Fyrsta Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar byggir á sama mál, ið er sett fyri Visjón 2015-ætlanina hjá Føroya Landsstýri. Í aðalmálinum fyri infrakervið verður staðfest, at tað skal vera trygt at ferðast í Føroyum. Í partsmálinum fyri verður staðfest, at tað skal vera trygt at ferðast í Føroyum. 

 

Nullhugsjónin

Nullhugsjónin leggur upp til, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðlsuvanlukku í føroysku vegaflutningsskipanini. Væl vitandi, at ein slík hugsjón ikki gerst veruleiki frá degi til dags, er tí neyðugt at seta deilmál fyir at náa evsta málinum. Sí Álitið um Nullhugsjónina.

Ferðsluna noyðast øll, børn sum vaksin, at ferðast í fyri at virka í samfelagnum. Tað er ikki møguligt at velja ferðsluna frá, og tí er tað uppgávan hjá myndugleikunum at virka fyri, at møguleikarnir fyri at flyta seg gerast so tryggir sum gjørligt. 

Í Ferðslutrygdarætlanini 2008-2015 standa uppskot til tiltøk til at gera føroysku ferðsluna tryggari. Ferðslutrygdarætlanin gongur út í 2015. Væntandi fer Vinnumálaráðið at seta arbeiðsbólk at dagføra hana í næstum.