Gáloysni í tølum

- Gáloysni er avgerandi faktor í umleið 30% av øllum ferðsluvanlukkum

- Mett verður, at vit í miðal eru gáloysin í 30% av koyritíðini

- 70% av tí, sum órógvar okkum, hendir inni í bilinum

- Koyrir tú 80 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 89 metrar í blindum.

- Koyrir tú 50 km/t og hyggur at telefonini í 4 sekund, hevur tú koyrt 56 metrar í blindum.

Kelda: DTU Transport: Distraktion i forbindelse med bilkørsel, 2010

 

Føroyingar um gáloysni

- 24% siga seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálv koyra bil (Gallupkanning apríl 2017)

- 11% siga seg skriva ella lesa javnan sms, meðan tey sjálvi koyra bil (Gallupkanning apríl 2017)

- Tað er millum lítil og eingin munur millum, hvussu nógv kvinnur og menn brúka handhildna fartelefon í bili (Gallupkanning apríl 2017)

- 21% siga seg seinastu 12 mánaðirnar hava verið um at sovna, tá tey sjálv hava koyrt (Gallupkanning november 2017)

- 85% halda, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum (Gallupkanning november 2017)

 

Vinnubilar og handhildin fartelefon

- 55% av føroyingum siga seg síggja bilførarar í vinnubilum (alment ella privat) tosa í handhildna fartelefon antin dagliga, fleiri ferðir um vikuna ella 1 ferð um vikuna.