Kenn tínar lyktir

Í Føroyum skulu nærljós ella koyriljós altíð verða tendrað, tá tú koyrir í ferðsluni. Í ljósatendringini skulu baklyktirnar eisini vera tendraðar.

Ljósatendring er frá sólsetur til sólarris, umframt í ringum sýni - t.d. regni, kava og mjørka. Koyrir tú í einum tunli, skulu lyktirnar eisini vera tendraðar.

Tað er ikki ólógligt at koyra við sløktum baklyktum, tá tað er ljóst. Men so skjótt sólin setur, ella sýnið er ringt, skulu baklyktirnar tendrast.

Tú fært bót, um tú gloymir at tendra baklyktirnar í ljósatendringini, ella um tú hevur lyktafeil.

 

Kanna hvussu lyktirnar á tínum bili virka

Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í hvat tey ymisku teknini merkja? Hvussu virka tokulyktirnar til dømis? Hvar tendrar og sløkkir tú tær? Og ert tú vís/ur í, at ongar perur eru brostnar?

Brúka 5 minuttir at fáa skil á hesum meðan bilurin er parkeraður. Best er at gera hetta í myrkri.

Parkera framman fyri einum vindeyga, so tú sært lyktirnar framman speglast í rútinum. Tendra og sløkk ymsu lyktirnar og blinkjósini á bilinum. So sært tú, nær tær ymisku lyktirnar tendra og sløkna og hvussu tað sær út. Vend bilinum og endurtak royndina við lyktunum aftan.

So veist tú hvussu allar lyktir virka, tá tú ein dagin fær tørv á hesum, meðan tú koyrir.

Um tú noyðist at læra teg hetta og leita eftir røttu knøttunum meðan tú situr í bilinum í ferðsluni, kann tað verða vandamikið og tú kanst gerast gáloysin.

 

Um tú hevur ein bil, har baklyktirnar ikki tendra automatiskt:

  • Kanna um tað er gjørligt at umprogrammera bilin, so baklyktirnar altíð tendra, tá tú startar bilin. Ella fá tær til vana altíð at tendra nærljósini, tá tú tendrar bilin.

 

Um tú vilt tryggja tær at baklyktirnar lýsa:

  • Tendra nærljósini. So lýsa baklyktirnar eisini.

 

Sært tú ein bil við sløktum baklyktum og tað skýmir ella er ringt sýni:

  • Blunka eina ferð við fjarljósunum fyri at gera bilføraran varugan við at tendra baklyktirnar.

 

Hví hava vit eina avbjóðing við sløktum baklyktum?

Í 2011 varð ein regla sett í gildi fyri ES, at koyriljós skulu vera framman á øllum nýggjum bilum. Eisini um dagin. Fyri at spara orku er hetta kravið ikki galdandi fyri baklyktir.

Á nýggjum bilum eru koyriljósini vanliga ein LED-ljósrípa undir, ella við síðuna av lyktunum framman.

Reglan hevur ført við sær eina serliga avbjóðing. Vit hava nevniliga gjøgnum fleiri ár vant okkum við, at bæði forlyktir og baklyktir tendra, tá vit starta bilin.  Men soleiðis er ikki longur við nógvum av teimum nýggju bilunum, tá bert koyriljósini framman lýsa, tá bilurin verður startaður. Mong gloyma tí at tendra baklyktirnar, tá tað fer at skýma ella sýnið versnar. Tað kann hava við sær vandamiklar støður í ferðsluni, tí tað er torført at síggja bilar, sum ongi ljós hava aftan.

Hevur tú keypt nýggjan bil, er tað týdningarmikið at tú setir teg væl inn í hvussu lyktirnar virka. Summir bilar eru soleiðis háttaðir, at lyktirnar aftan tendra automatiskt, tá tað fer at skýma, ella verður ringt sýni. Í øðrum bilum verður tú gjørd/ur varug/ur við hetta, t.d. við at onki ljós er í instrumentbrettinum. Summir bilar kunnu umprogrammerast soleiðis, at baklyktirnar tendra, tá tú tendrar bilin. Spyr á bilverkstaðnum, um hetta er møguligt í tínum bili.