Spurningar og svar um lyktir

 

Hví koyra summir bilar við sløktum baklyktum?

Tað er tí, at á nógvum nýggjari bilum eru tað bara koyriljósini framman, sum tendra, tá bilurin verður startaður. Men baklyktirnar tendra ikki automatiskt, tí tað ikki er krav, at baklyktirnar skulu vera tendraðar um dagin. Á nógvum av hesum bilunum skulu baklyktirnar tí tendrast manuelt, tá tað verður myrkt, ella tá sýnið er ringt. Aðrir bilar hava sensorar, sum sjálvir skifta til nærljós, tá tað verður myrkt og baklyktirnar tendra samstundis. Tað kann vera torført at minnast til at tendra nærljósini og harvið baklyktirnar, tá tað verður myrkt. Tað er tí man sær bilar við sløktum baklyktum, tá tær áttu verið tendraðar.

Hvat kann eg gera fyri at vera heilt vís/ur í at baklyktirnar lýsa?

Um tú vilt vera heilt vís/ur í, at baklyktirnar lýsa, skalt tú tendra nærljósini. Tá tendra nærljósini framman, baklyktirnar og nummarplátuljósini aftan.

Á flestu bilum kanst tú lata bilin standa í hesi støðu. Tí tá tú sløkkir bilin, ljósini sløkna samstundis og tá nýtist tær ikki at minnast til at tendra ljósini hvørja ferð.

Hvat skal eg gera, um eg ynski at lyktirnar altíð tendra, tá eg starti bilin?

Um tú hevur ein bil, har baklyktirnar ikki tendra automatiskt, kanst tú spyrja á tínum bilaverkstað, um tað er møguligt at umkoda bilin, so baklyktirnar altíð lýsa, tá tú startar bilin. Hetta er møguligt á flestu – men ikki øllum – bilum. Um koyriljósini framman (vanliga tvær LED-ljósrípur) tendra saman við baklyktunum, tá bilurin verður startaður, skalt tú framhaldandi minnast til at tendra nærljósini, tá tað gerst myrkt og sýnið versnar.

Hvussu kann eg gera frammanfyrikoyrandi bilføraran varugan við, at hann koyrir við sløktum baklyktum?

Tú kanst blunka eina, ella tvær ferðir við langljósunum, fyri at gera føraran varugan við, at hann hevur gloymt at tendra baklyktirnar. Tað er loyvt at blunka við fjarljósunum, tá tað er neyðugt fyri at fyribyrgja vanda (smb. §34 í Ferðslulógini)

Kunnu krøv setast til, at allir bilar verða umprogrammeraðir, so baklyktirnar tendra, tá bilurin verður startaður?

Nei, tað kunnu tað ikki. Hetta er tí at:

  • Bakljós eru ikki lógarkravd, tá tað er ljóst.
  • Tað er ikki møguligt afturvirkandi at krevja góðkendar bilar broyttar.
  • Tað letur seg tekniskt ikki gera at umprogrammera í øllum bilum.

Hvussu finni eg út av, hvussu lyktirnar í mínum bili virka?

Eini góð ráð eru at parkera framman fyri einum handilsvindeyga og royna allar lyktirnar. So sært tú eisini, um onkrar perur ikki lýsa sum tær skulu.

Um tú parkerar frameftir, kanst tú kanna nærljós, koyriljós, fjarljós, støðuljós, blunkljós og evt. tokulyktir framman.

Um tú bakkar móti einum handilsvindeyga, kanst tú kanna um baklyktirnar lýsa – og samstundis kanna steðgiljós og blunkljós aftan. Tú kanst eisini kanna, hvussu tað sær út, tá tú tendrar støðuljós og tokulyktir aftan.

Tú kanst eisini ganga einaferð runt um bilin fyri at kanna, nær tær ymisku lyktirnar eru tendraðar og hvussu tað sær út.

Minst serliga til at royna tokulyktir framman og aftan (um bilur tín hevur tokulyktir) – so tú veitst, hvussu tað sær út, tá tær eru tendraðar. Man brúkar tær sjáldan, so tað er gott at fáa uppfrískað við hvørt.

Minst til, at tá tú koyrir bil, er tað tín ábyrgd at kanna at allar lyktir eru í lagi, og hvussu tær ymsu lyktirnar verða tendraðar og sløktar. Tað hevur týdning, at tú kennir ymisku funkurnar í bilinum, so tú ikki skal royna teg fram, meðan tú koyrir. Tí tað tekur uppmerksemið í ferðsluni.

Hvussu virkar auto-funkan?

Nógvir bilar hava eina autofunku. Tá tú setur knappin á ‘Auto’, tendrar ein følari nærljósini framman og baklyktirnar, tá tað verður myrkt, ella sýnið versnar. Lyktirnar sløkna, tá motorurin verður sløktur.

Tú kanst altso koyra við ’Auto’ alla tíðina.

Hav tó í huga, at Auto-funkan leggur ikki altíð merki til at sýnið versnar. Til dømis í sirmi, ella mjørka. Tú leggur kanska merki til tað, tí ljós er ikki í instrumentbrettinum. Í tí førinum skalt tú manuelt tendra nærljósini.

Hvørjar lyktir lýsa, um knappurin stendur á '0'?

Tá knøtturin er settur á ’0’, er tað – í flestu nýggjari bilum – bara koyriljósini framman, sum tendra. Tað vil siga at baklyktirnar eru sløktar.

Tað merkir at bilførarar aftan fyri teg hava torført við at síggja teg, um tað er myrkt, ella ringt sýni.

GG! Í eldri bilum, uttan automatiskar ljós funkur, kann ’0’ merkja, at allar lyktirnar eru sløktar.

Hvat eru koyriljós?

Flestu nýggir bilar hava í dag serlig LED-koyriljós framman. Tað eru vanliga tvær LED-ljósrípur, sum sita við síðuna av ella undir nærljósunum.

Koyriljósini eru sniðgivin at gera bilin sjónligan fyri øðrum bilførarum í dagsljósi, men lýsa ikki vegin upp framman fyri bilinum. So tey eru ikki egna at brúka í myrkri.

Í myrkri skalt tú tendra nærljósini ella fjarljósini, tá fjarljósini ikki eru til ampa fyri aðrar bilførarar.

Hvat eru nærljós?

Nærljósini hjálpa tær at síggja vegin framman fyri bilinum. Nærljósini skulu upplýsa vegin minst 30 metrar framman fyri bilinum.

Nærljósini kunnu brúkast alt døgnið.

Tá nærljósini eru tendrað, lýsa baklyktirnar altíð.

Hvat eru støðuljós?

Tá støðuljósini lýsa, lýsa bara tær smáu støðulyktirnar framman, sum tendra saman við baklyktunum.

Støðuljósini kunnu ikki nýtast, meðan tú koyrir. Tey kunnu bara nýtast tá tú stendur still/ur, parkerar, ella t.d. í víkiplássi á smølum vegi, ella tunli.

Tú hevur sjáldan brúk fyri støðuljósunum.

Hvat eru tokulyktir?

Tokulyktirnar framman lýsa vegin upp framman fyri teg ’undir mjørkanum', so tú sært betur at hyggja frammeftir.

Tokulyktirnar aftan (tað eru antin ein, ella tvær tokulyktir aftan) hava sterkt reytt ljós, so bilar aftan fyri síggja teg í góðari tíð, hóast tað er mjørki.

Minst til at sløkkja tokulyktirnar, tá mjørkin lættir, soleiðis at tær ikki blinda aðrar bilførarar.

GG! Tað er ikki lógarkrav at hava tokulyktir aftan á bilinum, men flestu bilar hava minst eina tokulykt aftan.

Les meira um tokulyktir her