Tá tað er mjørki og ringt sýni

Minst til at seta ferðina niður, tá tað er mjørki ella ringt veður. Tú skalt koyra so spakuliga, at tú fært stundir at bremsa, um bilarnir frammanfyri seta ferðina niður, ella ein bíðirøð verður.

  • Kanna veðurlíkindini og koyr heimanífrá í góðari tíð.
  • Kanna at allar lyktir virka, áðrenn tú fert heimanífrá.
  • Um baklyktirnar á tínum bili ikki tendra automatisk saman við forlyktunum: Fá títt bilverkstað at stilla lyktirnar, so tær altíð tendra, ella fá tær til vana at tendra bakljósini hvørja ferð tú startar bilin.
  • Nýt bert tokulyktirnar, tá tað er mjørki ella nógv regn. Minst til at sløkkja tær, tá mjørkin lættir, ella tað slítur í.
  • Hav bilrútarnar reinar – innan og uttan.

 

Soleiðis virka tokulyktirnar framman

  • Í ljósatendringini (tvs. tá tað er myrkt ella ringt sýni) kunnu tokulyktir bert nýtast, um tað samstundis er mjørki, ella nógv regn/kavi.
  • Uttanfyri ljósatendringina (tvs. tá tað er ljóst og sýnið er gott) kunnu tokulyktirnar framman brúkast, men IKKI saman við nærljósunum/koyriljósinum. Tað er altso ikki loyvt at nýta tokulyktir framman og nærljós, tá tað er ljóst og gott sýni.
  • Tokulyktirnar framman eru antin undir lyktunum framman, ella saman við framlyktunum.
  • Tokulyktir lýsa niður á vegin 'undir' mjørkan, bæði frameftir og til síðis. Tað merkir at tú sært betur hvat er fyri framman, tí droparnir í mjørkanum ikki reflekterast aftur í eyguni í ljósinum frá forlyktunum.
  • Tá tað er mjørki, kunnu tokulyktirnar brúkast einsamallar, ella saman við nærljósunum. Um mjørkin er serliga tjúkkur, kann tað vera ein fyrimunur at sløkkja nærljósini. Royn teg fram og vita hvat gevur best útsýni í støðuni.
  • Tú eigur bara at brúka tokulyktir, tá tað er mjørki ella ringt sýni orsaka av nógvum regni ella kava.
  • Minst til at sløkkja tokulyktirnar, tá mjørkin lættir, ella tað slítur í. Ljósið frá tokulyktunum kann órógva aðrar bilførarar, um tær eru tendraðar, tá ongin mjørki er.

 

Soleiðis virka tokulyktirnar aftan

  • Tokulyktir aftan kunnu bert nýtast, tá tað er mjørki, ella nógv regn/kavi.
  • Bilurin kann hava eina ella tvær tokulyktir aftan.
  • Tokulyktir aftan hava sterkt reytt ljós, so bilar, sum koma aftanífrá, síggja teg í góðari tíð, hóast tað er mjørki.
  • Tokulyktir aftan kunnu blinda og órógva bilførarar, sum koyra aftanfyri. Minst tí til at sløkkja tær, tá mjørkin lættir, ella tað ikki er neyðugt at ávara bilar aftanfyri. T.d. um bilarnir koyra við stuttari frástøðu og hava sett ferðina niður.

 

Um bíðirøð er á vegnum

Ein bíðirøð, sum knappliga uppstendur á landsvegnum, kann lættliga gerast vandamikil. Týdningarmikið er at ávara bilførarar aftan fyri teg og samstundis ansa eftir tær sjálvum/sjálvari.

  • Tendra ávarinigarblunkið og trýst á bremsuna
  • Hav eyguni við bakspeglinum um bilførarin aftan fyri teg hevur varnast bilrøðina og bremsar. Hevur hann ikki bremsað, kanst tú víkja út á vegøkslina.
  • Hav frástøðu til bilin framman fyri teg, tá tú bremsar heilt. Á tann hátt hevur tú møguleika at flyta teg, um onkur kemur aftanífrá, sum ikki nær at bremsa.
  • Stendur tú still/ur aftast í eini bilrøð á landsvegnum, kann tað vera eitt gott hugskot - umframt at tendra ávaringarblunkið - at traðka á bremsuna. Tá lýsa bremsuljósini eisini og ávara bilførarar aftanfyri.