Sýrutripp - ársins kokkteylur uttan alkohol 2020
Hetta skalt tú brúka til 8 smá gløs:
- Tveir koppar av sýrum
- Tveir koppar av vatni
- Ein koppur av flormelis
- Ein lime
- 0,5 l av brúsvatni
- Ísterningar
Soleiðis gert tú:
- Blenda sýrurnar við vatni og flormelis til sevjan er knall grøn – uml. 90 sek. í einum góðum blendara.
- Síla sevjuna ígjøgnum eina fína sílu og smakka til við saftini frá eini lime.
- Fyll gløsini við ísterningum og fyll gott hálvt upp við sevjuni og toppa so við brúsvatni.
Tað er sýrutripp!
Skál og gott summar!