Á prutli

Í Føroyum skyna vit millum tvey sløg av prutlum:

Lítið prutl: Mest loyvda ferð er 30 km/t. Aldursmarkið er 16 ár. – Reglur fyri lítið prutl

Stórt prutl: Mest loyvda ferð er 45 km/t. Aldursmarkið er 18 ár.Reglur fyri stórt prutl

 

Á prutli ert tú partur av bleytu ferðsluni. Bleyt ferðsla er fólk til gongu, á súkklu og á prutli, meðan hørð ferðsla er bilar, lastbilar o.l. Bleyt ferðsla eru ferðandi, sum eru illa vard og tískil í størri vanda í ferðsluni enn hørð ferðsla, har tann ferðandi m.a. er vard/ur av eini kabinu.

 

Í ferðsluni hava øll skyldu til at vísa atlit hvør fyri øðrum, men serlig atlit skulu vísast bleytu ferðsluni, sum er í størri vanda fyri at fáa álvarsligan skaða.

 

Vandin fyri at doyggja ella fáa álvarsligt mein á prutli er sambært norðurlendskum hagtølum uml. 10 ferðir størri enn at vera til gongu ella á súkklu. Ungir dreingir eru yvirumboðaðir í hagtølunum um ferðsluvanlukkur á prutli. Orsakirnar til vanlukkurnar eru ofta ov nógv ferð (tí prutlið er tunað), rúsdrekkakoyring og vantandi hjálmur.