Á súkklu

Súkklan er eitt bíligt, umhvørvisvinarligt og munadygt akfar hjá bæði børnum og vaksnum. Samstundis ert tú sum súkklari óvard/ur og rættiliga viðbrekin í ferðsluni. Tí er serliga umráðandi, at tú ansar tær á súkklu.

 

Fyri at fyribyrgja ferðsluóhappi á súkklu eigur tú:

  • At duga ferðslureglurnar
  • At tryggja tær, at súkklan er í góðum standi og hevur kravdu útgerðina
  • At gera teg sjónliga/n á súkklu í ferðsluni við lyktum, endurskini og at plasera teg rætt
  • At brúka hjálm

 

Ferðslureglur á súkklu

Tá tú súkklar á vegnum, hevur tú somu rættindi og skyldur sum onnur akfør. Tú eigur at fylgja ferðslureglunum og skeltunum við m.a. at súkkla í høgru síðu, at halda høgra víkiskyldu og víkiskyldu fyri fólki til gongu í gonguteigi. Um tú sneiðir ella steðgar á, eigur tú at geva tekn um tað við ørmunum.

 

Tú eigur at súkkla á súkklubreytini, um ein slík er. Er eingin súkklubreyt, skalt tú sambært ferðslulógini súkkla á vegnum. Í Føroyum eru fáar súkklubreytir, og orsakað av stóra vandanum millum bilarnar á vegnum, mæla mong foreldur børnum sínum til at súkkla á gongubreytini.

 

Bert ein persónur má vera á vanligari tveyhjólaðari súkklu í senn. Tó kunnu tvey børn yngri enn 6 ár vera á súkkluni, um serlig barnasetur eru, og um tann, sum stýrir súkkluni er minst 15 ár.

 

Les um súkklustólar til børn.