Barnið á súkklu

Tá eitt barn skal læra at súkkla í ferðsluni, er best at venja í nærumhvørvinum, har barnið kennir seg aftur.

 

Tað er ógjørligt at áseta, nær eitt barn kann súkkla sjálvt í ferðsluni. Sambært ferðslulógini skulu børn undir seks ár vera saman við einum vaksnum (í minsta lagi 15 ár), tá tey súkkla í ferðsluni, men tað merkir ikki neyðturviliga, at tey eru búgvin til tað, tá tey eru seks ár.  Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir vanliga til, at børn skulu vera 10-12 ára gomul, áðrenn tey kunnu súkkla einsamøll á vegi, har tey skulu fyrihalda seg til bilar og onnur akfør. Og tá eiga tey at hava vant at súkkla í ferðsluni saman við vaksnum, áðrenn tey súkkla sjálv. Sjálvsagt veldst altíð um búningarstøðið hjá barninum, og hvussu nógvar royndir barnið hevur á súkkluni. Eisini valdast um ferðsluna, har barnið súkklar.

 

Foreldur duga best at meta um búningarstøði, ferðslufatan og súkkluførleikar hjá sínum barni. Børn, sum súkkla nógv saman við vaksnum, verða tryggari, tá tey sjálv skulu royna seg í ferðsluni. Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir foreldrum til at gera venjingar á súkklu saman við barninum.