Súkklustólur

Tú kanst hava tvey børn undir 6 ár við tær á vanligari súkklu, um tú ert minst 15 ár. Børnini skulu vera væl íbundin, hava nakkastuðul og vera vard soleiðis, at føturnir ikki koma inn í snælduna á hjólinum. Eisini verður mælt til, at børnini eru í súkkluhjálmi.

 

Krøv til súkklustólin

  • Barnið skal duga at sita, áðrenn tú kanst súkkla við tí á súkklustóli. Flestu børn duga at sita, tá tey eru um 9 mánaðir.
  • Súkklustólurin skal hóska til aldur og vekt hjá barninum. Hav barnið og súkkluna við, tá tú keypir súkklustól, so tú kanst finna tað slagið, sum hóskar best til tykkum.
  • Á súkklustólinum skulu vera fótstuðlar og reimar at halda fótunum føstum við.
  • Í stólinum skal vera eitt belti at binda barnið við. Bestu beltini hava H- ella Y-skap.
  • Súkklustólurin skal vera spentur fastur í súkklustellið. Tað er tryggari, enn um stólurin bara er festur í viðførisberan.

 

Súkklustólur aftan

Barnið situr ofta best í einum súkklustóli, sum er festur aftan, tí betri pláss er til rygg- og armstuðul. Barnið hevur tó ikki so gott sýni, og tað kann vera torført at tosa saman á súkkluni. Barnið kann sita í súkklustóli aftan, til tað er um 5-6 ára gamalt ella vigar 20-25 kg. Minst til hjálmin.

 

Súkklustólur framman

Situr barnið í súkklustóli, sum er festur framman á súkkluni, fæst lættliga samband millum barnið og tann, sum stýrir súkkluni. Barnið hevur gott sýni, men tað verður eisini plágað av vindi og regni. Súkklustólar framman kunnu brúkast, til barnið er 2-3 ára gamalt ella vigar 12-15 kg. Minst til hjálmin.

 

Súkkluviðfestisvognur

Loyvt er at hava tvey børn í einum súkkluviðfestisvogni. Børnini skulu vera íbundin hvørt á sínum sessi og vera í hjálmi. Skilagott er at seta endurskin og ein vimpil á aftan á viðfestisvogninum, so hann sæst betur.