Vel rætta hjálmin til barnið

  • Hjálmurin skal hava rætta stødd og kennast væl á høvdinum
  • Hjálmurin skal sita so fastur á høvdinum, at barnið ikki kann flyta hjálmin aftureftir
  • Hjálmurin skal verja bæði pannu og nakka
  • Vel ein hjálm, sum er lættur at stilla (justera). Barnið kann tá brúka hjálmin longur, og pláss er fyri eini húgvu um veturin
  • Máta støddina á høvdinum á barninum, har høvdið er størst, nevniliga beint uppi yvir oyrunum og rundan um pannuna og nakkan.