Vel røttu súkkluna

Tá tú skalt velja fyrstu súkkluna til barnið, skalt tú velja eina súkklu, sum hevur røttu støddina. Tá barnið situr á saðlinum, eigur tað at røkka niður á vegin við báðum fótunum. Hjá størri børnum er nóg mikið, um tey røkka við øðrum fótinum, tí tey duga betur at halda javnvágina.

 

Her eru nøkur góð ráð til at velja røttu súkkluna til barnið:

 

  • Ikki súkklu at vaksa við: Tað er trupult og ótrygt hjá barninum at hava tamarhald á eini súkklu, sum er ov stór.

 

  • Tak barnið við: So ert tú vís/ur í, at súkklan hevur hóskandi stødd.

 

  • Er barnið ikki við: So kanst tú máta beinini frá skrevinum niður til ilina. Á súkkluni skal hetta svara til hæddina frá ovara kanti á saðlinum niður á vegin.

 

  • Súkklan skal hava einfalda útgerð: Fyrsta súkklan skal ikki hava gear ella eykaútgerð, sum krevja handfaring. Skal barnið handfara gear, kilometurteljara ella onnur ting, tekur tað uppmerksemið frá koyringini og ferðsluni.

 

  • Stuðulshjól: Stuðulshjól kunnu vera hent hjá barninum, tá tað lærir seg at kenna súkkluna og at súkkla, tí barnið kennir, at tað hevur tamarhald á súkkluni og kennir seg trygt. Tað, sum er mest umráðandi hjá barninum at læra á tvíhjólaðari súkklu, er at steðga við tamarhaldi og at seta beinini trygt á vegin. So skilagott kann vera, at barnið lærir seg tað við stuðulshjólum fyrst. Vansin er, at stuðulshjól kunnu vera við til at forða kensluni hjá barninum av javnvág.

 

Barnið lærir best at súkkla rætt, um ein vaksin luttekur í súkkluvenjingini, og so hevur barnið ikki tørv á stuðulshjólum.