Lær at steðga

Steðga við linjuna

Venjingin venur barnið at bremsa bæði vanliga og harðliga uttan at fara um koll.  Vel eitt trygt stað við ongari ferðslu, har pláss er at súkkla.

  • Tekna eina linju á vegin
  • Lat barnið súkkla móti linjuni og bremsa soleiðis, at tað steðgar júst við linjuna.
  • Finn eitt trygt stað við ongari ferðslu, har pláss er at súkkla. Lat barnið súkkla runt á økinum. Frammanundan avtalar tú við barnið, at tú rópar “Bremsa”, meðan barnið súkklar. Barnið skal síðani bremsa harðliga.

Tíð og venjing krevst fyri at hava tamarhald á súkkluni samstundis sum tú byrjar, vendir ella steðgar. Tit eiga ikki at fara út í veruligu ferðsluna, fyrr enn barnið tykist vera trygt í hesum støðum.

Ferðsluvenjingar á súkklu

Javnvág á súkkluni

At kunna seg aftureftir

Gev tekin