Foreldur at ungum á prutli

Norðurlendsk hagtøl vísa, at prutl er vandamesta akfarið. Verður hugt at , hvussu nógvar vanlukkur henda við t.d. súkklum, bilum og prutlum í mun til, hvussu nógvar kilometrar tey koyra, so er prutlið vandamesta akfarið av øllum. Tað er meira enn 10 ferðir vandameiri at koyra á prutli enn at vera til gongu ella at súkkla. Og tað er meira enn 100 ferðir vandameiri at koyra prutl enn at koyra bil. (Keldur: Sikker Trafik og Trygg Trafikk)

 

Hóast aldursmarkið fyri at koyra á prutli er 16 ár, sæst á hagtølunum, at eisini ungfólk, sum eru væl yngri verða løstað í ferðsluvanlukkum á prutli.

 

Tín leiklutur

Barnið lurtar eftir tær, og tín leiklutur sum foreldur er umráðandi, tá ung skulu koyra trygt. Tað er týdningarmikið at gera greiðar avtalur og tosa um, hvat er loyvt, og hvat ikki verður góðtikið.

 

Ungfólk hava tørv á greiðum leiðreglum og hjálp at gera av, hvat er rætt og skeivt. Vís áhuga, tá barnið greiðir tær frá sínum ynski at koyra prutl og set orð á tínar stúranir. Ungfólki vantar ofta dirvi at siga frá yvirav vinfólki, og tí kann vera lættari hjá teimum at brúka strong foreldur sum umbering, heldur enn at vísa á egin mørk.

 

Hygg at filmi um at vera foreldur at ungum í ferðsluni.

 

Gerið avtalur

Ger greiðar avtalur við barnið, so eingin ivi er um, hvussu mann ber seg at í ymsum støðum. Tað kann t.d. vera avtalur um altíð at nýta hjálm, ikki at koyra ávirkað/ur og ikki at koyra uttan at hava koyrikort. Avtalið eisini, hvørjar avleiðingarnar eru, um avtalurnar verða brotnar. Minn barnið á avtalurnar við jøvnum millumbilum, so tær ikki verða gloymdar.

 

Tryggja tær, at bæði tú og barnið kenna og virða reglurnar, sum eru galdandi fyri prutl.

 

Les um reglur fyri lítið prutl ella reglur fyri stórt prutl.