Er prutlið lógligt

Heilt nógv ungfólk velja at tuna síni prutl, so tey kunnu koyra skjótari, enn loyvt er. Tað er bæði vandamikið og ólógligt at tuna prutl. Ivast tú, um títt barn koyrir á einum tunaðum prutli, kanst tú kanna tað við at hyggja at hesum:

 

Útstoyt í bjørtum litum

Er útstoytið blátt, grønt ella reytt, kanst tú vera næstan vís/ur í, at tað er tunað. Flestu útstoyt eru nevniliga svørt ella silvurlitt.

 

Luftfiltur í bjørtum litum

Lóglig luftfiltur eru aloftast ikki litføgur. Hava luftfiltrini á prutlinum hjá tínum barni bjartan lit, er prutlið møguliga ólógligt.

 

Kanna motorin

Um tú vilt kanna, um prutlið koyrir ov skjótt, kanst tú seta prutlið á standaran, tendra motorin og spita upp. Eitt lógligt prutl ljóðar eitt sindur overvað, meðan ein ólóglig ljóðar ógvusligt og ilskt.

 

Gev gætur!

Tryggingin tekur ikki við, um eitt tunað prutl er í ferðsluóhappi.

 

Les um trygging og prutl.