Hjálmur og prutl

Lógarfest er, at tú skalt brúka góðkendan hjálm, tá tú koyrir á prutli. Hjálmurin skal fylgja altjóða ECE-krøvum, og eitt E-frámerki skal vera í hjálminum, sum vísir at hann er góðkendur.

 

Hjálmurin kann vera munurin millum lív og deyða í einum ferðsluóhappi á prutli. Hjálmurin forðar ikki fyri, at eitt ferðsluóhapp hendir, men hann kann gera munin millum eitt ferðsluóhapp og eina ferðslu- ella deyðsvanlukku. Ferðin nýtist ikki at vera nógv, fyri at at avleiðingarnar kunnu vera álvarsligar orsakað av vantandi hjálmnýtslu. Rennir tú á við 30 km/t, samsvarar tað við, at tú dettur av 2. hædd.

 

Vel rætta hjálmin

Tá tú keypir hjálm, er umráðandi at velja ein hjálm, sum situr væl á høvdinum. Tú skalt ikki kunna taka hjálmin av høvdinum við at taka í hjálmin aftan og hála hann frameftir. Hjálmurin skal heldur ikki kunna flyta seg til síðurnar, tá høvdið verður hildið stilt.

 

Vanliga heldur ein hjálmur í 2-5 ár. Minst til at høkureim, høkureimsfesti og høkureimslás skulu skiftast javnan.

 

Onnur trygdarútgerð

Hjálmurin er einasta lógarkravda trygdarútgerðin til prutl, men viðmælt verður, at tú gevur tær far um, hvørjum klæðum tú ert í, tá tú koyrir prutl. Skilagott er at verja hendurnar við leðurhandskum, tí húðin tolir, sum kunnugt, ikki nógv, og tú tekur ivaleyst fyrst fyri tær við hondunum, skuldi tú dottið.

 

Leður er sterkasta tilfarið, sum verður nýtt í koyribúnum til motorsúkklu, tí tað verjir húðina og kroppin best, um óhappið hendir, og viðmælt verður at nýta sterk klæði á prutli eisini. Føtirnir eru eisini í stórum vanda í óhappi, tí teir liggja ofta undir, tá tú dettur. Tí er umráðandi at vera í góðum, sterkum skóm.

Les eisini