Reglur fyri lítið prutl

Niðanfyristandandi reglur eru galdandi fyri lítil prutl.

  • Tú skalt vera 16 ár og hava koyrikort til prutl fyri at koyra í ferðsluni.
  • Tú mást í mesta lagi koyra 30 km/t.
  • Tú skalt vera í góðkendum hjálmi.
  • Tú mást ikki koyra ávirkað/ur við eini promillu, sum er hægri enn 0,2.
  • Bert ein persónur kann sita á prutlinum í senn.
  • Tú skalt fylgja galdandi ferðslureglum.
  • Tú skalt hava koyrikortið hjá tær, tá tú koyrir.