Súkkluhjálmur

Tú ert illa vard/ur á súkklu í ferðsluni, og vandin fyri at fáa skaða er stórur samanborið við onnur í ferðsluni. Millum álvarsligastu skaðarnar í súkkluóhappum eru skaðar í høvdið.

 

Brúka hjálm

Á hvørjum ári fáa nógv fólk læknaviðgerð í sambandi við súkkluóhapp. Talan er í flestu førum um smærri snuddir, men álvarsligastu skaðarnir hava ofta við sær varandi mein í høvd og nakka. Sjálvt lutfalsliga smáir stoytir kunnu hava við sær varandi mein so sum høvuðpínu, ørilsi, ljósviðkvæmi og trupulleikar at hugsavna seg.

 

Annarhvør súkklari, sum endaði á skaðastovu í Danmark í 2010, hevði heila- ella skallaskaðar. Umleið helvtin av teimum hevði sloppið undan løsti, brúktu tey hjálm. 

(Kelda: Statens Institut for Folkesundhed/ Rådet for Sikker Trafik)

 

Súkkluhjálmurin kann ikki forða fyri, at eitt óhapp hendir, men hann kann verja høvdið, so skaðin ikki gerst so álvarsligur.  

 

Soleiðis virkar hjálmurin

Hjálmurin virkar stoytdoyvandi, so slagið móti høvdinum ikki verður so hart. Eisini javnar hann stoytin yvir ein størri flata, so løsturin ikki bert rakar høvdið í eitt punkt. Brúkar tú hjálm, minkar vandin fyri løsti á høvdið við 60-80 %.

 

Góðkenning

Súkkluhjálmurin skal vera merktur við CE og hava evropeiska góðkenningarmerkið EN 1078. Skatarahjálmur er eisini góðkendur til súkkling. Hann verjir eins væl og súkkluhjálmurin, men hevur ikki eins góða ventilasjón.

 

Ein hjálmur, sum hevur fingið harðan stoyt, skal skiftast út, tí hann er ikki tryggur longur. Eisini hóast einki sæst á hjálminum.