Soleiðis nýtir tú hjálm

Skal hjálmurin veita bestu verjuna, skal hann hava rætta stødd og sita væl á høvdinum. Hann skal verja pannu, nakka og tinningar. Eisini skal hjálmurin sita fastur á høvdinum, so hann ikki flytur seg. Hjálp barninum at seta hjálmin rætt.

 

  • Hjálmurin skal sita vatnrættur á høvdinum. Umleið tveir cm skulu vera millum eygnabrýr og framkantin á hjálminum.
  • Reimarnar skulu vera so strammar, at hjálmurin situr fastur, men tveir fingrar fáast ímillum.
  • Síðureimarnar skulu samlast við síðuspennunum beint undir oyralippunum og ikki við høkuna.
  • Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur, men má skiftast út. Eisini hóast einki sæst á honum.
  • Børn skulu hava nýggjan hjálm, tá tann gamli er vorðin ov lítil.
  • Tað kann vera vandamikið at klintra ella spæla í súkkluhjálmi, tí hann kann verða fastur. Tí skal hjálmurin takast av, tá liðugt er at súkkla.

 

Hjálmnýtsla

Donsk kanning frá 2011 vísir, at 87 % av børnunum millum 6 og 9 ár nýta súkkluhjálm. Talið lækkar niður í 65 %, tá børnini eru 10-12 ár. Í norskari kanning frá 2013 sæst, at 75 % av børnum undir 12 ár nýta súkkluhjálm, meðan talið lækkar heilt niður í 36% hjá teim 12-17 ára gomlu. Í Føroyum eru eingi samsvarandi hagtøl, men hugsandi er, at myndin er hin sama her, og at nýtslan lækkar við aldrinum.

Keldur: Trygg Trafikk og ‘Brug af cykelhjelm i bytrafik 2011’, Rådet for Sikker Trafik

 

Føroyar vóru partur av norðurlendskari kanning um ferðslu í 2010. Kanningin vísti, at 64 % av teimum, sum súkkla í Føroyum, ikki nýta hjálm, 21 % nýta hjálm av og á og 15 % nýta altíð hjálm. Fyrivarni verður tikið við úrslitinum, tí 70 % av teimum spurdu súkklaðu ikki, og færri enn 5 % súkklaðu hvønn dag.

 

Orsøkirnar til, at fólk ikki nýta súkkluhjálm, eru millum annað:

  • Tey siga seg ongan eiga
  • Tey siga seg súkkla nóg varliga
  • Tey halda, at tað sær býtt út at súkkla í hjálmi

 

Kelda: Nordiska trafiksikkerhetsrådet, 2010