Ung og prutl

Ert tú millum 15 og 24 ár, ert tú í vandamesta tíðarskeiðnum í ferðsluni, tí hesin aldursbólkur er yvirumboðaður í ferðsluvanlukkum í Føroyum eins og í flestøllum øðrum londum. Í tíðarskeiðnum 1970-2006 vóru tey 15-24 ára gomlu 18 % av samlaða fólkatalinum í Føroyum, men tey stóðu fyri 40 % av deyðsvanlukkunum í ferðsluni.  Hetta kemst serliga av, at nøkur ung í hesum aldrinum:

 

  • Koyra prutl og seinni bil.
  • Koyra ólógliga, taka váðar og eru gáloysin í ferðsluni.
  • Koyra uttan hjálm.

 

Prutlið er vandameiri enn onnur akfør í ferðsluni. Um hugt verður at, hvussu nógvar vanlukkur henda við t.d. súkklum, bilum og prutlum í mun til, hvussu nógvar kilometrar tey koyra, so eru flest ferðsluvanlukkur á prutli. Tað er meira enn 10 ferðir vandameiri at koyra á prutli enn at vera til gongu. Og tað er meira enn 100 ferðir vandameiri at koyra prutl enn at koyra bil.