Bøtur

Tað kann verða dýrt, um tú koyrir ólógliga á prutli. So nógv kostar tað, um tú t.d.:

 

  • Hevur eitt tunað prutl – 1000 kr.
  • Koyrir prutl uttan hjálm á høvdinum ella í hjálmi, sum ikki er spentur – 500 kr.
  • Hevur onnur sitandi afturat tær á prutlinum – 500 kr. fyri hvønn.

 

Verður tú tikin triðju ferð við tunaðum prutli, fært tú eina bót á 1.500 kr., umframt at prutlið verður tikið frá tær.