Ferðsluvanlukkur á prutli

Tað er í høvuðsheitum ungfólk, sum verða álvarsliga skadd og doyggja í ferðsluvanlukkum á prutli. Tað er serliga ólógliga koyringin, sum er vandamikil. Ov nógv ferð, rúsdrekka og vantandi hjálmur hava stóra ávirkan á, at vanlukkur henda. Vantandi hjálmur er sjálvsagt ikki orsøk til, at ein vanlukka hendir. Men tað, sum kundi verið ein vanlukka, gerst lættliga ein álvarslig vanlukka ella ein deyðsvanlukka, um hjálmurin ikki er á høvdinum.

 

Stabbamyndin niðanfyri vísir tal á deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni árini 2006-2010 skift á aldur frá 0-24 ár og slag av akfari í Danmark. Vit hava tíverri ikki uppgerðir yvir slík hagtøl í Føroyum. Vit hava tó onga orsøk at halda, at mynstrið er stórt øðrvísi her, burtursæð frá tølunum fyri súkklur, tí vit súkkla ikki so nógv sum danir.