Trygging

Tað er lógarkrav, at tú hevur eina ábyrgdartrygging til títt prutl. Er prutlið ikki tryggjað, kann verða dýrt at vera við í einum ferðsluóhappi. Eisini hóast tú ikki hevur skyldina í, at óhappið hendir.

 

Ábyrgdartryggingin fevnir um skaðar, prutlið ger á onnur fólk og lutir hjá øðrum. Harumframt kanst tú tekna eina skrokktrygging, sum fevnir um skaðar á sjálvt prutlið. Alt eftir hvussu gamal/gomul tú ert, kanst tú ella foreldur tíni tekna eina vanlukkutrygging, sum umfatar teg, skuldi ein vanlukka hent.

 

Tað kann gerast rættiliga dýrt, um tú ikki hevur lógarásettu ábyrgdartryggingina, og tú ert við í einum ferðsluóhappi. Her er eitt dømi:

 

Dømi

Jógvan er 16 ár og koyrir á einum prutli, sum ikki er tryggjað. Ein maður traðkar út fyri hann, og Jógvan koyrir á mannin. Jógvan kundi ikki vart seg fyri, at samanstoyturin hendi, men sambært ferðslulógini hevur hann ábyrgdina av óhappinum, og heftir tí fyri øllum krøvum í sambandi við møguligan persónsskaða. Maðurin fær stóran skaða og verður sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Meinstigið hjá honum verður sett at vera 8 %.

Jógvan skal rinda fyri:

  • Mista arbeiðsinntøku í tríggjar mánaðir (av tí at maðurin ikki er fastløntur)
  • Tort og sviða í tríggjar mánaðir
  • Mistan arbeiðsførleika
  • Meinendurgjald
  • Útreiðslur til uppvenjing

 

Samlaða upphæddin kann liggja omanfyri hálva millión, og má tað sigast at vera ein sera stór skuld hjá einum 16 ára gomlum dreingi.

 

Gev gætur!

Koyrir tú púra ábyrgdar- og fyrilitarleyst, kann vera, at ábyrgdartryggingin ikki tekur við, um tú ert við í einum ferðsluóhappi.