Útgerð á súkkluni

Súkklan skal verða útgjørd, so hon er lóglig, og tú ella barnið kunnu súkkla trygt. Kanna tí við jøvnum millumbilum, um súkklan er í lagi.

 

Súkklan skal hava hesa útgerð:

 

  • Lyktir: Baklyktin skal lýsa reytt. Framlyktin skal lýsa bjart hvítt ella bláligt. Baklykt og framlykt kunnu blinka, men tær skulu síggjast úr 300 metra fjarstøðu, og tær skulu síggjast frá síðuni.

 

  • Pedalendurskin: Endurskin skulu vera á pedalunum, bæði aftan og framman.

 

  • Endurskin framman og aftan: Eitt reytt endurskin skal vera aftan á súkkluni. Framman skal endurskinið vera hvítt.

 

  • Endurskin á hjólunum: Gult endurskin skal vera á snælduni á báðum hjólum. Tú kanst í staðin hava hvíta endurskinsstrípu á dekkunum ella á felgunum.

 

  • Ringiklokka: Ringiklokka skal vera á róðrinum og hon skal ringja hart.

 

  • Lás: Súkklan skal hava góðkent lás.

 

  • Bremsur: Bremsur, sum kunnu steðga súkkluni, eiga at vera á báðum hjólum. Antin tvær hondbremsur ella ein hondbremsa og ein fótbremsa.

 

  • Súkkluhjálmur: Mælt verður til altíð at nýta súkkluhjálm.