Viðlíkahald av súkkluni

Kanna eftir, um súkklan er í lagi, tá tú tekur hana fram eftir veturin.

 

  • Vaska súkkluna: Vaska súkkluna, smyr ketuna og lat olju á gear og bremsur.

 

  • Kanna bremsurnar: Tvær góðar bremsur skulu vera – ein á hvørjum hjóli. Er mynstrið á bremsukubbunum slitið, eiga teir at verða skiftir út.

 

  • Dekk: Kanna, um rivur eru á dekkunum. Slitin dekk, har mynstrið næstan er burtur, skulu skiftast út.