Viðføri á súkklu

  • Viðføri, sum tú hevur við tær á súkkluni, eigur í mesta lagi at vera tríggjar metrar langt og/ ella ein metur breitt.
  • Súkkla ikki við lutum, sum forða tær at geva tekin og stýra súkkluni trygt.
  • Hong ikki viðføri á stýrið á súkkluni. Viðførið kann koma inn í hjólið og ávirka trygdina. Brúka í staðin súkklukurv ella súkklutaskur.
  • Skilagott er at seta eina frakkaverju á bakhjólið á súkkluni, so klæðir og viðføri ikki koma inn í hjólið.