Ov nógv ferð

Ferðin er størsti dreparin í ferðsluni. Tað er altjóða skjalprógvað, at beinleiðis samband er millum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðsluni. Tess meiri ferð, tess størri vandi fyri vanlukku, og tess álvarsligari eru vanlukkurnar. Hildu allir bilførarar hámarksferðina, hendu munandi færri vanlukkur.

 

Hví koyra vit eitt sindur ov skjótt?

Eisini fólk, sum meta seg sum ábyrgdarfullar bilførarar koyra viðhvørt ov skjótt. Kanningar uttanlands vísa, at hetta millum annað er tí teirra royndir vísa, at tað næstan altíð gongur fínt. Ofta meta vit tað vandaleyst, tí:

• Vit hava avmarkaða vitan um avleiðingarnar

• ’Øll’ koyra ov skjótt

• Tað hevur ofta ikki stórvegis avleiðingar

• Fjølmiðlar hava størri fokus á tey, sum koyra alt ov skjótt

Eftir øllum at døma er tað góðtikið í samfelagnum at koyra eitt sindur ov skjótt.

 

Vandin størstur á landsvegi

Ofta verður havt á lofti, at vegir og bilar eru so tryggir, at tað er trygt at koyra skjótari enn verandi hámarksferð á 80 km/t. Vegirnir eru vorðnir tryggari enn fyri 30 árum síðani og bilarnir tað sama. Kortini er ov nógv ferð tann faktorurin, sum oftast ger, at ein ferðsluvanlukka gerst ein deyðsvanlukka. Samanbera vit við í Danmark, har tað eisini eru motorvegir, er greitt, at tað júst er á landsvegum, at 2/3 av fólk doyggja í ferðsluni. Í Danmark doyðu í 2013 12 fólk á motorvegi, 63 í býi og 116 á landsvegi.

Tá tú sum royndur bilførari setir teg við róðrið og koyrir eftir landsvegi, kennir tú teg kanska trygga/n at koyra eitt sindur ov skjótt. Men eisini fyri royndar bilførarar henda flest ferðsluvanlukkur á landsvegi. Hetta er orsakað av tí, at hámarksferðin er høg og kortini ofta verður brotin. Samstundis hevur tú mótkoyrandi ferðslu. Tá ferðin er høg, gerast vanlukkurnar álvarsamari.