Vetrarferðsla

Hálka og kavi eru stóru avbjóðingarnar í ferðsluni vetrarhálvuna, og neyðugt er bæði at laga akfarið og koyringina til umstøðurnar. Av einihvørjari orsøk kemur fyrsta hálkan aloftast óvart á nógvar bilførarar, og bilurin er ikki vetrarklárur. Er bilurin ikki skøddur við vetrar- ella píkadekkum, økist vandin fyri ferðsluóhappi munandi.

 

Koyrir tú í hálku í tíðarskeiðnum 1. des.-30. apríl, er lógarfest, at tú skalt brúka vetrar- ella píkadekk. Gert tú ikki tað, fært tú bót. Vetrardekk eru merkt við: ”M+S”, ”MS”, ”M&S”, ”M-S” ella ”Mud and Snow”. Mynsturdýpdin á vetrardekkum skal vera í minsta lagi 3 mm. Les meira um lógarásetingar viðvíkjandi dekkum her. Bannað er sostatt at nýta summardekk í hálku nevnda tíðarskeiðið.

 

Píkadekk eru loyvd í tíðarskeiðnum: 16. okt. til 30. apríl.

 

Í Føroyum er ikki loyvt at brúka píkaketur.

 

Minka um vandan

Umráðandi er, at tú altíð kunnar teg um koyrilíkindini, áðrenn tú fert frá húsum. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her. Kanna eisini veðurforsøgnina fyri tað, sum eftir er av degnum, tí í Føroyum kann veðrið, sum kunnugt, vera rættiliga skiftandi.

 

Soleiðis minkar tú um vandan fyri ferðsluóhappi í vetrarkoyringini:

 

  • Kanna veðurforsøgnina og koyrilíkindini
  • Gev gætur, um tekin eru um frost á ruskspannum e.ø.
  • Lat bilin vera skøddan eftir umstøðunum
  • Hav rætt lufttrýst í dekkunum
  • Tryggja tær, at viskarar og ísskavari eru góðir og hav nóg mikið av sprinklaraløgi í bilinum
  • Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn tú fert avstað
  • Eru tekin um kava ella frost, er skilagott at taka ein spaka við í bilin
  • Far heimanífrá í góðari tíð
  • Brúka trygdarbelti
  • Set ferðina niður og koyr eftir umstøðunum
  • Gev gætur, at tað kann vera serliga hált á brúm, í vegbugum og niðast í eini brekku. Eisini er ofta serliga hált har, sum skuggi er
  • Brúka sólbrillur, tá sólin stendur lágt, so tú ikki verður blendað/ur

Les eisini